Fólk eru enn skelkað

Hóast tað var hósdagin í síðstu viku, at bretar atkvøddu fyri at fara úr Bretland, so tykist, at bretar enn hava trupult við at skilja týdningin av avgerðini.


Áki Johansen, føroyski sendiharrin til Bretlands, sigur at støðan í løtuni er mest merkt av, at fólk ikki vita hvat næsti leikur er.


- Fólk eru enn skelkaði og bretska stjórnin hevur ikki umskipað seg enn. Viðvíkjandi samráðingar við ES og onnur lond, so eru bretar slett ikki komnir har til, at nøkur støða er tikin til hvussu tær skulu skipast, sigur Áki Johansen úr London.


Sjálvur hevur sendiharrin verið á fund við ymiskar tinglimir í bretska parlamentinum, men tað tykist, at heldur ikki teir vita hvør næsti leikur er.


- Eg havi havt fund við parlamentarikarar, men eingin veit hvønn veg hetta fer. Tekniskt sæð, so kann parlamentið velja ikki at eftirlíka fólkaatkvøðuna. At útskriva nýval er eisini ein møguleika, men tað vænta eg ikki hendir. Støðan er sum heild eyðkend við, at her er eingin skipan. Úrslitið kom óvæntað á fólk.


Ein av stóru spurningunum í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni er, hvør skal taka við sum forsætisráðharri eftir, at David Cameron hevur boðað frá, at hann leggur frá sær.


- Eftir ætlan skuldu teir Konservativu velja ein nýggjan leiðara og forsætisráðharra í oktober, men er tað nú framskundað til september. Oddafólkini í løtuni eru Teresa May og Boris Johnson. Tað virkar sum at Teresa May hevur størri undirtøku og er betri dámd millum hinar tinglimirnar. Tað hevur týdning, tí tað eru teir, ið skulu velja valevnini til forsætisráðharra, vísir Áki Johansen á.


Tað er annars Labour flokkurin, ið hevur verið í fokus seinastu dagarnar, og hóast leiðarin, Jeremy Corbyn, er hart trýstur, so vísir sendiharrin á, at hann fleiri ferðir hevur sagt, at hann ongar ætlanir hevur um at siga sessin frá sær.