Grønlendska heilsumálaráðið leggur nú seinastu hond á eina avtalu við Kalaallit Røde Korsiat, sum ætlandi skal skipa fyri skeiðum í fyrstuhjálp í grønlendskum bygdum, har langt er til læknahjálp.
Ein kanning vísir nevniliga, at tørvurin á skeiðum í fyrstuhjálp er størstur í bygdunum.
Sum ein av møguleikunum hevur verið peikað á Kalaallit Røde Korsiat, sum eitt nú fæst við fyrstuhjálparskeið og skeið í sálarligari fyrstuhjálp, og hildið verður, at felagsskapurin kundi tikið sær av undirvísingini í bygdunum.
Grønlendska heilsumálaráðið væntar, at ein slík avtala við Kalaallit Røde Korsiat fer at kosta einar 550.000 krónur um árið. Hugsað verður um at hava 14 skeið í sjey ymiskum bygdum, har fólk hava avmarkaða atgongd til fyrstuhjálp ella læknaviðgerð.
Væntandi er, at tað harumframt fer at kosta einar 265.000 krónur at útbúgva 12 loklar undirvísarar í fyrstuhjálp. Hetta gevur ein samlaðan kostnað fyri verkætlanina á umleið 815.000 krónur um árið.
Heilsumálaráðið í Grønlandi upplýsir, at tey kanna aðrar fíggingarmøguleikar til verkætlanina enn grønlendsku fíggjarlógina. Á fíggjarlógini er eingin serjáttan júst til hetta endamál, og tí verður hugt eftir alternativum fíggingarmøguleikum.
Tað sigur stjórin í grønlendska heilsumálaráðnum, Tine Pars, við Sermitsiaq í dag.











