Fólk brúka framvegis pengar

Stjórin í Norðoya Sparikassa harmast, at 70 arbeiðspláss í alivinnuni í Norðoyggjum hvørva innan tveir mánaðir, men hann vísir samstundis á, at tað gongur upp og niður í ymsum pørtum av vinnuni, og í løtuni gongur tað væl hjá øðrum. Og fólk hava framvegis stóran keypihug

Klaksvík: Stjórin í Norðoya Sparikassa hevur langt frá mist mótið, nú alivinnan í Norðoyggjum er við at steðga upp.
70 arbeiðspláss á virkinum Kryvjing fara í søguna, og áður er alivirksemið á sjónum minkað niður í lítið og einki.
? Tað er spell, at tað skal hava gingið so illa í alivinnuni, og vit mugu venja okkum til, at arbeiðisloysið í Norðoyggjum fer at kvinka eitt sindur uppeftir næstu tíðina, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.

70 arbeiðspláss burtur
Í farnu viku vóru 25 fólk søgd upp á virkinum Kryvjing í Klaksvík, sum virkar alilaks, og tey 35 fólkini, sum eru eftir til arbeiðis, verða send heim innan tveir mánaðir, tá ið eingin alilaksur er eftir at taka í Norðoyggjum. Tá ið flest fólk arbeiddu á Kryvjing, vóru tey 70 í tali, men um nakrar vikur eru hesi arbeiðspláss burtur.
? Kryvjivirkið er rímiliga nýtt, og tí eru hesi arbeiðsplássini ikki so gomul, men tað er sera spell fyri tað, at tey nú rúka. Alivinnan hevur verið í kreppu í eina tíð, men tað er líkt til, at áhugi hóast alt er millum íleggjarar fyri at seta pengar í alivinnuna aftur, og tí kann gongd koma á aftur vinnuna, heldur Eyðfinn Reyðberg.

Fólk brúka tað sama
Spurningurin er so, hvørjar avleiðingar tað fær í Norðoyggjum, at ein heil vinna mest sum steðgar upp, og nógv arbeiðspláss hvørva.
? Vit hava vitað, at hetta fór at koma, tí støðan í alivinnuni hevur verið so vánalig. Men samstundis skulu vit ikki gloyma, at tað gongur upp og niður í ymsum vinnum, og í løtuni kunnu vit fegnast um, at tað gongur væl hjá Næraberg, sum hevur eini 120 ársverk umborð. Tað gongur eisini væl hjá øðrum skipum í flotanum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
? Tað er ikki líkt til, at gongdin í samfelagnum hevur ávirkað keypihugin í Norðoyggjum, tí tær ábendingar, sum vit fáa frá handilslívinum er, at teir selja eins nógv í ár, sum teir gjørdu somu tíð í fjør, og onkrir handlar selja enntá meira.
? Í løtuni er avleiðingin av niðurgongdini, at fólk spara minni upp, men brúka tað sama. Um niðurgongdin í búskapinum verður størri og varðar leingi, so kemur tað sjálvandi eisini at ávirka keypihugin hjá fólki, sigur Eyðfinn Reyðberg.