Fleiri festivalgestir harmast, tí fólk hava barst og stolið á tjaldingarøkinum í nátt. - Tað er keðiligt, tí tað oyðileggur festivalin fyri fleiri, sigur ein teirra.
Tey eru samd um, at festivalurin hevur verið sera góður, hóast regnið, men slíkar hendingar skræða gleðina frá fleiri.
Sum skilst vóru tað fleiri, sum lupu í krovið á hvør øðrum í nátt.
Tað er serliga øl og brennivín, sum er stolið, meðan framførslur hava verið á festivaløkinum.