Kanningin frá Pennsylvania State University er almenna kunngjørd í Journal of Applied Psychology tekur saman um 46 kanningar, um úrslitið av at arbeiða heima við hús. Og úrslitið er betur enn væntað, skrivar Politiken.
Fólk flest eru soleiðis innrættað, at tey fáa mest burtur úr, tá tey ikki sita á skrivstovuni. Tá sleppa tey undan telefonum, sum ringja í tíð og ótíð, og øðrum sum annars órógvar eitt arbeiðspláss.
Ágóðarnir av at arbeiða heima eru fleiri. Økt framleiðsla er eitt, men eisini eru fólk betur nøgd við arbeiðsplássið, og samstundis verða tey ikki eins strongd av stríðnum í at fáa familju- og arbeiðslív at hanga saman.