Fólk ansa ikki eftir vindinum

Tvær ferðir leygarnáttina varð løgreglan í Havn boðsend, tá talan var um stormskaðar. Í einum føri varnaðust fólk í Hornabø, at leysar takplátur fuku úti á vegnum. Hetta eru plátur, sum helst ikki hava verið tryggjaðar nóg væl móti vindinum.
Í hinum førinum var talan um stormskaða, har løgreglan mátti hjálpa til at fáa nóg gott tamarhald á støðuni.