Fólk ansa betur eftir pengunum

Húsarhaldini eru varin við at brúka pengar

Búskaparráðið staðfestir í heystfrágreiðingini, sum kom í farnu viku, at privata nýtslan í Føroyum er nógv minkað síðani 2007.

Fíggjarkreppan frá 2007 til 2010 hevði við sær, at privata nýtslan fall sera nógv, og síðani hava fólk verið meira varin við a brúka tøku pengarnar.

Frá aldarsskiftinum og fram til 2007 var nýtslukvotan millum 92 og 98 prosent.

Nýtslukvotan er lutfallið millum nýtslu og tøku inntøkuna hjá húsarhaldunum.

Í 2007 var nýtslukvotan 98 prosent. Trý ár seinni var hon fallin niður á 80 prosent. Siðani hevur nýtslukvotan verið millum 80 og 87 prosent.

– Síðan 2007 er nýtslukvotan minkað rættiliga nógv. Hetta gevur ábending um, at húsarhaldini aftaná fíggjarkreppuna hava víst størri varsemi viðvíkjandi privatari nýtslu. Nakað tað sama hevur gjørt seg galdandi í okkara grannalondum, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini.

– Eitt ástøði er, at føroysku pensionistaviðurskiftini (eldingin av búfjøldini, lutfalsliga størri pensjonistatal enn í grannalondunum, lutfalsliga lága pensjónsuppsparingin og tvungna pensjónsnýskipanin) og royndirnar frá fíggjarkreppuni frá 2007-10 hava eggjað til sparing heldur enn privata nýtslu í Føroyum, og harvið til nakað minni íkast frá innlendis eftirspurninginum til búskaparvøkstur.

– Nógvur privatur kapitalur er eisini mistur í samband við fíggjarkreppan í nítiárunum, og eisini hana í 2007-09, og roknast kann við, at hetta eisini hevur eggjað til varsemi í privatu nýtsluni. Lága rentustøðið og ivin um nøktandi renting av pensjónsuppsparing kann eisini hava eggjað eldru ættarliðunum til samansparing heldur enn nýtslu, skrivar Búskaparráðið.