- Følist altíð gott at vinna

Liðformaðurin hjá KÍ-kvinnum frøddist um steypasigurin leygardagin.

- Líkamikið um vit hava vunnið nógv síðsta árini, so følist tað altíð líka gott at vinna, segði Malena Josephsen eftir dystin.

- Vit komu sera væl frá byrjan. Vit valdu at leggja eitt høgt trýst á tær, og hetta gav úrslit. Tíðliga í dystinum høvdu vit onkrar stórar møguleikar, men tíverri fyri GÍ, so var tað eitt sjálvmál, sum hjálpti okkum í gongd.

- Í seinna hálvleiki steðga vit fullkomiliga upp fyrstu løtuna og gera alt ov nógvar feilir. Eg haldi, at trygga leiðslan gjørdi, at vit dovnaðu nakað, og tí fær GÍ heldur nógv spæl.

- GÍ var tó ongantíð heilt tætt við at fáa bóltin í málið, og størsti kjansurin kom faktiskt undan steðginum. Ta týdningarmesta er tó, at vit vunnu, og tað eri eg ótrúliga glað um.