Løgtingsins Umboðsmaður hevur nú givið barnaverndini í Havn eina átalu, tí mett verður ikki, at framferðin hjá teimum er nøktandi.
Talan er um ein persón, sum vendi sær til barnaverndina í vár við einum fyrispurningi, men tá ið hann ikki fekk svar, vendi viðkomandi sær til Løgtingsins Umboðsmann.
Úrslitið av tí var, at mitt í mai læt barnaverndin við seg koma og lovaði viðkomandi svar áðrenn tíggju dagar vóru farnir, og tí gjørdi umboðsmaðurin ikki meiri við málið. Men tá ið framvegis einki svar var komið tá ið juni mánaði var farin, vendi viðkomandi sær aftur til Løgtingsins Umboðsmann fyri at fáa eitt svar.
Viðkomandi sigur við Løgtingsins umboðsmann, at hann følir seg hildnan fyri tað turra spott. Viðkomandi heldur eisini, at tað er tekin um manglandi virðing, tá ið barnaverndin ikki tekur Løgtingsins Umboðsmann fyri fult.
Løgtingsins Umboðsmaður bað barnaverndina um eina frágreiðing í seinasta lagi 3. august, men tað hjálpti ikki, so eina viku seinni vendi umboðsmaðurin sær aftur til barnaverndina fyri at minna tey á at svara alt fyri eitt.
Tá kom glið á og nakrar fáar dagar seinni svarar barnaverndin umboðsmanninum, at tað eru so nógv skjøl í málinum, at tey hava ikki havt stundur at svara.
Umboðsmaðurin heldur ikki, at framferðin hjá barnaverndini er nøktandi og tað átalar hann tey fyri. Umboðsmaðurin sigur, at fær barnaverndin ikki hildið svarfreistirnar, eiga tey í mista lagi at boða frá, hví so er og nær viðkomandi so kann vænta sær eitt svar.
Tí átalar hann barnaverndina og biðjur tey taka málið upp aftur – og umboðsmaðurin sigur, at hann vil eisini hava boð frá barnaverndini, hvat hendur í málinum.











