ÍF hevur kunngjørt, at felagið hevur leigað 21 ára gamla gøtumannin, Magnus Janskor. Miðvallarin hevur spælt áleið hálvthundrað dystir í bestu deildini, men tað er ikki blivið til so nógvar í ár.
Nú hevur ÍF leigað framrættaða miðvallaran, sum øll árini hevur spælt við barndómsfelagnum í Gøtu, og síðani Gøtu og Leirvík. Heimasíðan hjá ÍF boðar frá, at leigusáttmáli er gjørdur fyri seinnu hálvu av landskappingini.
Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, boðaði frá undan summarsteðginum, at nú fór felagið at leita eftir spælarum, sum kunnu geva felagnum eina vón um yvirliving. Fyrst ljóðaði, at Øssur Dalbúð skuldi koma til, men hann valdi HB.
Beint fyri summarsteðgin, tá flytingarvindeygað lat upp, kom danski Frederik Poulsen eisini til felagið. Nú hevur fingið eisini fingið Magnus Janskor til. ÍF hevur bara fingið seks stig higartil, og tað eru átta stig upp til niðurflytingarstrikuna.