Hóast tey í ÍF hava ilt við at góðtaka leikbannið, sum Bartal Eliasen fekk frá FSF í farnu viku, so hava fuglfirðingar valt at leggja lok á málið. Hetta fær tó ta avleiðing, at fuglfirðingar fyribils hava valt, at spælarar, venjarar og leiðarar als ikki úttala seg til fjølmiðlar komandi tíðina. Um hetta er gjørt í protest, ella tí tey í leiðsluni ber ótta fyri enn fleiri leikbannum, verður tó ikki sagt nakað um.









