Í gjár fekk løgreglan tríggjar fráboðanir frá fólki, sum føldu seg ótrygg tí at menn lógu í báti og skutu við byrsu tætt undir landi.
Týsdagin var 1. oktober og tá er aftur loyvt at skjóta svartfugl og tað eru tað nógv, sum gera.
Men summir av teimum eru so nær landi, at fólk føla seg ótrygg, og tað fekk løgreglan tríggjar fráboðanir um í gjár.
Ein fráboðan kom um ein, sum lá stutt úr landi Yviri við Strond og skeyt fugl, ein lá undir landi í Tangafirði og ein lá tætt undir landi í Fuglafirði.
Løgreglan sigur, at reglurnar eru eitt sindur ógreiðar á hesum øki, tí tað er einki ávíst mark fyri, hvussu tætt við land tað er loyvt at skjóta við byrsu.
Men løgreglan fekk samband við tveir av monnunum og heitti á teir um at hugsa seg um og at halda seg passaliga langt úr landi, so at tað ikki skal elva til ótta.