Trý vikuskifti á rað hava fólk tingt til løgregluna at boða frá, at tey hava følt seg forfylgd av einum bólki av útlendingum.
Løgreglan sigur, at fráboðanirnar eru allar um somu tíð, nevniliga tíðliga leygarmorgun ella tíðliga sunnumorgun, eftir at skeinkistøðini eru afturlatin og fólk eru á veg til húsar.
Og fráboðanirnar eru allar beint uttan fyri sjálvan miðbýin, í R.C Effersøesgøtu í Jóannesar Paturssonargøta og har um vegir. Og tey, sum hava boðað frá, hava eisini sagt, at útlendingarnir kundu vera eitt sindur nærgangandi.
Annars veit løgreglan lítið um hesar fráboðanirnar, og teimum vitandi er einki hent. Tey vita heldur ikki um nakað er í hesum yvirhøvur, ella um tað er av berari tilvild.
Tey vita heldur ikki um talan í roynd og veru, er um somu fólk, sum ganga aftur í øllum fráboðanum, ella hvørjar útlendingar, talan er um.
Men tey siga, at hetta eru fráboðanir, tey hava lagt til merki á rapportini, so tey frætta fegin frá fólki, sum kanska vita okkurt um hetta, ella frá øðrum, sum kanska hava verið fyri onkrum líknandi.