Føldi uppá og bukaði gentu

Ein 23 ára gamal maður varð í dag dømdur 50 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri blygnaðarskemd og harðskap móti eini ungari kvinnu eina náttina í Klaksvík.

 

Maðurin var ákærdur fyri fyrst at hava følt upp á bróstini á kvinnuni uttan á klæðunum og síðani hava sligið og sparkað hana fleiri ferðir.

 

Tey høvdu verið í býnum í Klaksvík eina náttina í vár. Lagið var gott, tí ungi maðurin hevði verið á vinnandi liðnum í pub-kvissini hetta kvøldið. Hann hevði drukkið nógv og mintist tí ikki sjálvur tað stóra frá kvøldinum.

 

Unga kvinnan hevði somuleiðis drukkið fitt hetta kvøldið, men hennara minnið bilaði minni. Hon greiddi frá, at meðan hon stóð uttan fyri dansistaðið, var maðurin kom til hana og var byrjaður at blíva heldur keðiligur. Hann hevði fleiri ferðir nortið við bróst hennara, tó at hon bað hann gevast. Tá hon triðju ferð mátti biðja hann lata vera, tók hon og skumpaði hann burtur og gav honum ein lússing.

 

Tá bleiv galin endi. Maðurin reiv gentuna niður og sló og sparkaði hana fleiri ferðir. Í rættinum vóru fleiri vitni innkallaði, sum øll søgdu nøkunlunda somu søgu, tó at tey kanska høvdu fest seg við ymiskar hendingar.

 

Eitt vitni greiddi frá, at maðurin og kvinnan høvdu speirikið hvønn annan, so hvørgin parturin mundi vera heilt ósekur, tó at tað at enda var maðurin, sum var lopin fram av.

Dómarin valdi at seta sítt álit á vitnini og órættaðu gentuna. Hann metti tað ikki vera nakar ivi um, at maðurin hevði gjørt seg inn á blygd gentunnar við at føla upp á bróst hennara. Dómarin metti eisini, at tað var prógvað, at maðurin hevði sligið gentuna fleiri ferðir í andlitið og í øllum førum okkurt slagið var við knýttum neva. Hann metti tó ikki, at prógv vóru fyri at døma mannin fyri at hava sparkað gentuna. Dómarin ásannaði eisini, at sløgini ikki vóru hørð og ikki høvdu gjørt stóran skaða á gentuna. Talan var tí ikki um grovan harðskap.

 

Ákærin bað um tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing, meðan verjin meinti at tað í hægsta lagi kundi verða talan um 30 dagar og tað treytað.

 

Dómarin metti, at gerðirnar vóru somikið álvarsamar, at rætta revsingin var 50 dagar fongsulsrevsing.

- Tað er ikki loyvt at sláa fólk, hóast tey kanska hava givið tær ein lússing fyrst, segði hann við ákærda. Hann metti tó, at við tað, at ákærdi ongantíð var revsaður fyrr og hevði góðar sosialar umstøður, at rættast var at gera dómin treytaðan.

 

Dómurin er tí treytaður av, at hann einki revsivert ger í tvey ár. Harumframt skal ungi maðurin gera ólønta samfelagstænastu í 60 tímar og rinda sakarmálskostnaðin.