Fúlasti dómur sum er feldur innan føroyska fótbóltssøgu

Nú er tíð uppá, at øll fótbóltsfeløg í Føroyum vakna  burtursæð frá HB. Góðtaka tit hendan dómin, sum dómsnevndin hevur felt í HB-málinum, ja so góðtaka tit at Dómsnevndin hevur felt rættan dóm í hesum máli. Góðtaka tit, at Dómsnevndin brýtur sínar egnu lógir?

John Sigurd Joensen

Nú er tíð uppá at smekka nevnan í borðið og siga her til og ikki longur. Dómurin er burtur úr vón og viti. HB brúkti ein ólógligan leikara og eigur tí sjálvsagt at taða dystin. Hetta sigur jú lógin klárt og týðuliga um nýtan av ólógligum leikarum.
Setið Dómsnevndina upp á pláss við at siga, at tað verður eingin fótbóltdystur í nakrari deild leiktur, heldur ikki landsliðið fyrr enn Dómsnevndin tekur málið um HB/VB/Sumba uppaftur til nýggja viðgerð. Bíðað varð jú í 150 dagar áðrenn Dómsnevndin tók hesa bizzaru avgerð. Nú ríður Dómsnevndin ógvuliga lágt, ein stór skomm fyri allan ítróttarheimin. Fý for den fúlasta!