Fílarnir fullu í Afrika

Púrasta óvæntað fullu fílabeinsstrandingarnir fyri Algeria í gjár, sum saman við Ghana hevur spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um afrikanska meistaraheitið. Hinar báðar fjórðingsfinalurnar verða avgreiddar í dag

Fótbóltur

Tá ein minuttur restaði av vanligu leiktíðini, skoraði Keita til 2-1 í fjórðingsfinaluni millum Fílabeinsstrondina og Algeria. Eitt dundurskot frá Galatasaray-leikaranum, eitt fantastiska flott punktum fyri dystin og ein øgiligur máti at senda Fílabeinsstrondina víðari í African Cup of Nations.
Soleiðis hevði tað heila sæð út, um Drogba, Kalou, Toure og hinir sterku leikararnir høvdu hildið fokus. Men ein góðan minutt seinni og vanliga leiktíðin var av hevði Bougherra stútað Algeria inn aftur í dystin, tá hann beindi frágera góða innleggi frá Ziani í netið.
Stórfavorittarnir til at vinna kappingina stóðu sum bitnir í lort. Ørkymlaðir og yvirraskaðir. Hatta hevði eingin væntað.
Neyðugt var við longdari leiktíð, og neyðugt var at savna seg hjá báðum pørtum. Fílabeinsstrondin skuldi aftur á beint. Ressast og rakna við aftur, soleiðis at sigurin kundi koyrast heim.
Algeria skuldi fáa armarnar niður aftur og prógva, at teir eisini kundu leggja seg fram um, eftir at teir tvær ferðir høvdu vunnið seg inn aftur í dystin.
Hetta gjørdu teir eisini. Tríggjar minuttir inni í longdu leiktíðini legði Algeria seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Uppskriftin var meinlík útjavnandi málinum. Eitt framúrskarandi innlegg frá Ziani úr vinstru, sum Bouazzza eins og Bougherra stútaði niður í svørðin og inn í kassan.
Soleiðis fullu fílarnir og nakrar av størstu stjørnunum í kappingini hava biðið Afrika farvæl.

Nýggjar stjørnur
Hinvegin hevur Algeria fingið nakrar nýggjar stjørnur. Bouazza, sum hevur sína dagligu gongd í Blackpool í næstbestu ensku deildini, byrjaði dystin á beinkinum og kom ikki á vøllin, fyrr enn hálvurannar tími var spældur av dystinum.
Eitt lítið korter seinni seinni sendi hann Algeria á sigurskós, og eitt gott korter eftir tað, var hann heilt stóra hetjan í norðurafrikanska landinum. Størri hetja enn Bougherra, sum við útjavnandi málinum takkaði fyri heiðurin, hann fekk í desember, tá hann varð kosin ársins leikari í Algeria.

Gyan bjargaði Ghana
Á sama hátt sum Algeria, hevur Ghana eisini spælt seg víðari í hálvfinalurnar. Hetta gjørdu teir við ógvuliga teprum sigri á vertunum fyri kappingini, Angola.
Gyan smekkaði bóltin í kassan eftir einum góðum korteri, og 1-0 leiðslan helt sær allan dystin. Ikki tí, Angola hevði sanniliga sínar málmøguleikar, men vertirnir vóru dekan ov gestablíðir og lótu Ghana fara við øllum.
Umframt Gana og Algeria fæst í dag eisini svar fyri, hvørji hini bæði londini í hálvfinalunum vera.
Egyptaland og Cameroon spæla seinnapartin í dag, meðan Zambia og Nigeria fara at dystast í kvøld. Tá hesir dystir eru av, halda liðini frí í tríggjardagar, tí hálvfinalurnar verða ikki spældar fyrr enn hósdagin.
Leygardagin verður spælt um triðja plássið og finalan í African Cup of Nations verður sunnudagin.