Fúl skomm!

Fremst av øllum, eg vil ikki hoyra talan um umberingar sum, at tað regnaði illa, at vøllurin var sum ein eplavelta, at tað var ein týdningarleysur venjingardystur, at vit eru framvegis reyvatungir, og at dómarin var býttur. Tá tú tapir 3-0 fyri Gibraltar er neyðugt at taka í egnan barm. Júst sum eysturríkar gjørdu fyri skjótt 21 árum síðan, er neyðugt at viðganga alt fyri eitt, at hatta var fúl skomm. Mistakið er okkara.
Eg sá ikki dystin. Tíbetur. Eg veit hinvegin, at Fótbóltssambandið brúkar eina rúgvu av pengum at senda ein hóp av landsliðsspælarum á venjingarlegu í Malaga. Endamálið er at fyrireika seg til næstu stóru avbjóðingarnar. At spælararnir taka sær av løttum, og ikki spæla við fullari megi á slíkari ferð, er undir alt lágmark. Tað er arrogant. »Arrogance has to be earned,« segði illbrýtni læknin House í sjónvarpsrøðini við sama navni. Tá skal FSF hugsa um at brúka pengarnar til annað endamál. At samansjóva hópin kann eins væl gerast í Elduvík. Eg skal heilsa og siga, at tað er ikki beinleiðis yvirflóð av pengum í føroyska samfelagnum.
Eg unni Gibraltar, sum endaði nummar 9 á Oyggjaleikunum í 2009, sigurin. Gævið, at teir vunnu 7-0, nú eyðmýkingin hjá okkum, sum hyggja at, er so stór allíkavæl. Í einum endaleysum stríði hevur Gibraltar roynt at fingið limaskap í UEFA seinastu áratíggjuni. Higartil uttan úrslit. Dysturin móti Føroyum var ein upplagdur møguleiki at vísa sítt virði. Hví skal UEFA velja Føroyar fram um eftir hendan dystin?
Tað vísir seg eisini, at heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum, sum dúgliga skrivaði um tapini fyri finska HJK Helsinki, vil gloyma tapið fyri Gibraltar. Til heimasíðuskrivaran á fsf.fo: Eg sakni eina frásøgn.
Tað eru ikki bara fótbóltsspælararnir, sum brúka tíð upp á handan bóltin. Fólkini, sum varða av feløgunum, stuðlarnir, fjølmiðlarnir og nógv onnur brúka tíð og pengar fyri at geva føroyskum fótbólti best hugsandi karmar. Eingin krevur, at Føroyar skulu vinna heimsmeistaraheitið. Eru spælararnir sinnaðir at kroysta seg út á markið og geva alt tað, teir eiga
– so eru vit nøgd.
Øll kunnu hava ein off-day. Á einum off-day tapir Føroyar framvegis ikki, við allari virðing, 3-0 fyri Gibraltar.
Um eg og mínir starvsfelagir eru sinnaðir at brúka hvønn sunnudag at ferðast kring landið og skriva og taka myndir av dystum í føroysku fótbóltslandskappingini næsta hálva árið?
Tja, tað er okkurt sum bendir á, at vit eru framvegis nøkur, sum tíma.