Fá línuskip til fiskiskap

Bara tvey línuskip fiska undir Føroyum og tvey undir Íslandi.

- Tvey línuskip fiska við Ísland, men væntandi landar bara annað skipið í næstu viku. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bara tvey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og væntar kemur annað av hesum inn at landa í næstu viku.

 

Væntandi fara fleiri línuskip út í næstum.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið sær út til at fara at roynast væl, og tí verður helst nakað av útróðri.

 

- Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis smáligur, verður lagt aftrat.