ÍF-kvinnurnar bjóða av

Dysturin í Sørvági millum SÍ og ÍF kundi farið báðar vegir, men tá alt skuldi avgerast í fimta setti, stríddist ÍF betur fyri sakini og vann. Nú er ÍF av álvara við at koma upp í part heilt har frammi

Fyri nøkrum viku síðani hevði fáur kallað ein dyst millum SÍ og ÍF toppdyst, men tað eitur hann nú, tí SÍ hevur tað mesta av kappingarárinum verið oddalið, hóast Mjølnir og Fleyr nú hava yvirhálað, samstundis sum ÍF hevur ligið í miðjuni á stigatalvuni.
Men í síðstuni er ÍF-liðið, ið er rættiliga væl mannað, ordiliga komið fyri seg, so tað nú telist millum tey fremstu liðini. Og eftir sigurin í spennandi fimmsettaranum í Sørvági í gjár, er ÍF bara fýra stig frá einum plássi í FM-finaluni.
Hóast hetta vóru tvey lið, hvørs formkurvur peikaðu hvør sín veg, kundi dysturin farið báðar vegir, tí onkra løtuna var annað við yvirlutan og onkra aðra hitt. Dysturin bylgjaði aftur og fram, men í avgerandi løtuni var tað ÍF, ið hevði neyðuga yvirskotið og vann.

Ávaring farin út
Sum tað sá út frá byrjan, kundi hetta gerast ein einfaldur ÍF-sigur, tí SÍ var mestsum ikki at síggja á vøllinum. Sørvágskvinnur fingu einki blokerað, meðan ÍF hinvegin fekk vart væl fyri, tær ferðirnar SÍ royndi at menna seg.
Í øðrum setti kom SÍ meira fyri seg og spælið gjørdist munandi javnari, men framvegis hevði ÍF munin og vann, so støðan nú var 2-0. ÍF var við øðrum orðum bara eitt sett frá at vinna dystin, men so hendi tað, sum hendir viðhvørt, at ÍF í triðja setti fór niður við nakkanum og fekk einki at bera til, meðan SÍ arbeiddi fyri sakini. Fjórða sett sá út til at ganga sama veg, tí SÍ kom langt framum, men ímóti endanum kom ÍF aftur fyri seg, hóast SÍ hevði munin og vann settið.
Nú skuldi alt avgerast í fimta settinum. Tað sá út til, at ÍF hevði tikið tað besta við sær frá endanum á fjórða setti, og nú stríddust kvinnurnar úr Fuglafirði eisini nógv meira fyri sakini. Men kortini hevði SÍ betru kortini á hondini í eina løtu og var á odda bæði 9-7 og 11-9, áðrenn ÍF setti endaspurtin inn og vann fimta settið 15-12 – og harvið eisini dystin.
Við sigrinum hevur ÍF sent bæði Mjølnir og Fleyr eina ávaring um, at tað nú altso eru fýra lið, ið kappast um tvey finalupláss, og at ÍF er minst líka stór hóttan sum nakar annar. So er bara eftir at síggja, hvørju tvey av hesum fýra liðunum eru sterkast, tá avtornar.