ÍF-LÍF 2-2 (0-1)
2. deild
Fuglfirðingar eru av mongum mettir sum heitasta uppflytaraevnið í aðru deild í ár. Eftir nøkur góð avrik í steypakappingini, var tað tí ein skelkur av teimum stóru, tá teir í fyrsta umfarinum máttu lúta fyri HB í Gundadali.
Allar helst skuldi hetta hevnast, tá teir leygardagin spældu móti LÍF, men sannleikin er helst tann, at fuglfiðingar skulu vera glaðir um, at teir hóast alt fingu eitt stig burtur úr dystinum.
Størsta partin av dystinum vóru tað nevnliga leirvíkingarnir, sum vóru omaná. Teir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki við einum máli frá Jonhard Høgnesen, og hesa leiðslu hildu teir eisini fast um fram til hálvleikssteðgin.
Nakað inn í seinna hálvleik fór av álvara at síggja svart út hjá heimaliðnum. ÍF misti bóltin á veg niðan eftir vøllinum, og meðan teir soleiðis iðra seg um hetta, ger Jonhard skjótt av og skorar.
ÍF hevði tó eina litla løtu í seinna hálvleiki, har spælið veruliga tóktist at ganga eftir vild. Tað var eisini hesa løtuna, at teir fingu minkað um munin. Jan Jørgensen byrjaði sjálvur eitt álop, og eftir at bólturin eina løtu var spældur runt, varð hann sendir innfyri, har Jan sjálvur stóð klárur at enda álopið.
Løtu seinni fekk ÍF strítt seg upp á javnt. Eitt hornaspark varð sent innfyri, og eftir at Eyðolvur Petersen í fyrstu atløgu kiksaði, kundi Høgni á Lakjuni við aftaru stong senda bóltin í kassan.
Nógv at betra
Fuglfirðingar høvdu enntá møguleikar at avgera dystin, men málverjin hjá leirvíkingum framdi onkra framúr góða bjarging, soleiðis at hetta ikki varð av nøkrum. Tað hevði helst eisini verið ov nógv av tí góða, um ÍF skuldi stolið sigurin, tí størsta partin av dystinum vóru tað gestirnir úr Leirvík, sum høvdu tamarhald á. Sostatt kunnu fuglfirðingar um ikki annað staðfesta, at nógv skal betrast til komandi dystirnar, og ikki minst til tann fyrstkomandi, sum er ímóti Sumba.
ÍF-LÍF 2-2 (0-2)
0-1: Jonhard Høgnesen
0-2: Jonhard Høgnesen
1-2: Jan Jørgensen
2-2: Høgni á Lakjuni