UPPTAKT
ÍF er oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum, men munurin í oddinum er ikki serliga stórur. Beint í hølunum á teimum liggja tey bæði vágaliðini, SÍ og Dráttur, ávikavist eitt og tvey stig aftanfyri, so dysturin um meistaraheitið í bestu kvinnudeildini er púra opin.
Mikukvøldið skal ÍF so aftur í dyst, tá tær vitja hjá KÍF í Kollafirði. Gongdin hjá ÍF hevur verið góð síðstu dystirnar. Av seks teimum seinastu dystunum hava tær vunnið fimm, so teirra pláss í oddinum er fult uppiborið.
Hjá KÍF hevur eisini gingið strúkandi síðstu dystirnar. Eftir eina ræðuliga byrjan uppá kappingina, har tær bert vunnu tveir av fyrstu 12 dystunum, so tykjast tær veruliga at hava fingið vind í seglini. Síðstu tríggir dystirnir eru endaðir við sigri, so nú er KÍF sloppið úr botninum, og í staðin eru tær farnar at nærkast ovaru liðunum.
ÍF vunnið allar dystirnar
Dystirnir ímillum KÍF og ÍF hava verið sera spennandi í ár, men hvørja ferð hevur ÍF drigið longra stráðið. Fyrsti dysturin í grundspælinum endaði við 3-2 sigri til ÍF á Kambsdali og í seinna dystinum í grundspælinum endurtók søgan seg. Tá vann ÍF nevniliga 3-2 í Kollafirði, men í báðum førunum gjørdust marginalarnir avgerandi.
Í fyrsta dystinum í endaspælinum var munurin heldur størri. Tá vann ÍF 3-1, so ÍF má sigast at hava havt takið á KÍF í ár. So undan dystinum er ÍF helst favorittur at vinna, men vísir KÍf spælið, sum tær hava víst í seinastu dystunum, so kunnu tær vinna á øllum.