Fáir stjórar so djarvir sum Hjalti í Jákupsstovu

- Vit eiga avgjørt at taka av áheitanini frá stjóranum á Fiskirannsóknarstovuni sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður. Hann hevur eisini uppskot um, hvør kundi staðið fyri eini slíkari kanning

Almennur stovnur og kanning
 
- Tað eru fáir almennir stjórar, sum eru so djarvir, sum Hjalti í Jákupsstovu.
Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum eisini hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sipar til, at stjórin á Fiskirannsóknarstovuni nú hevur beinleiðis heitt á landsstýrið um at kanna stovnin og tað arbeiðið, har verður avrikað.
- Tað haldi eg er ómetaliga djarvt. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein almennur stjóri beinleiðis biðjur um eina góðskumeting.
Tí heldur Jørgen Niclasen avgjørt, at vit eiga at taka umbønina til eftirtektar.
Tað er landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, sum skal seta eina slíka kanning í verk.
- Og tað fari eg at heita á hann um at gera, sigur gamli fiskimálaráðharrin í fólkaflokkinum í Vágum.
Men hann leggur afturat, at kemur tað hartil, at fiskimálaráðharrin ikki setir eina slíka kanning í verk, skal hann nokk fáa eina áheitan um tað í Løgtinginum.
- Dregur út, uttan at nøkur kanning verður sett í verk, fari eg í Løgtinginum at heita á fiskimálaráðharran um at skipa fyri, at Fiskirannsóknarstovan verður kannað, soleiðis sum stovnsleiðslan hevur biðið um, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at Fiskirannsóknarstovan ger eitt megnararbeiði við at savna inn tilfar og upplýsingar.
- Men er, tá ið upplýsingarnar skulu setast inn í frymlar fyri at fáa ein niðurstøðu burturúr øllum upplýsingunum, at tað gongur galið.
- Frymlarnar, sum Fiskirannsóknarstovan brúkar eru fyrst og fremst gjørdir í ICES og tað er tá ið Fiskirannróknarstovan brúkar hesar steinrunnu ICES frymlarnar, at at tað gongur galið, tá ið tilmæli um fiskiskap skal gerast.
Hann heldur, at hetta er orsøkin til, at tað mangan verður sett spurnartekin við tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni um fiskiskapin.
- Serliga eru tað fiskimenn og summir politikarar, sum ivast í tilmælunum frá Fiskirannsóknarstovuni. Men tað eru eisini aðrir fiskifrøðingar, sum hava síni fyrivarni.  
Og Jørgen Niclasen staðfestir, at Fiskirannsóknarstovan er ein vælskikkaður stovnur, sum savnar so nógvar upplýsingar og nógv tilfar saman og sostatt hevur eina velduga vitan.
- Tí er tað stórt spell, at tað er so lítið álit á teimum tilmælum, sum teir lata úr hondum. Einasti máti 
 
Umráðandi við røttu fólkunum
Tí heldur Jørgen Niclasen, at tað er týdningarmikið at gera eina slíka kanning.
Men heldur hann, at tað er eitt gott hugskot at kanna Fiskirannsóknarstovuna, heldur hann, at tað er ikki minni umráðandi, at ein slík kanningarnevnd verður mannað við størsta umhugsni.
- Tað hevur stóran týdning, at eisini tær atfinningarsomu røddirnar fáa innivist í eini slíkari kanningarnevnd. Einasti máti at fáa atfinningarnar at tagna, er at lata tær sleppa at standa sína roynd.
- Sleppa tey atfinningarsomu eisini framat, er als ikki óhugsandi, at tað hevði borið til at funnið ein felags semju um, hvussu tilmælini um fiskiskap, skulu roknast út og tað kundi skapt nógv størri undirtøku fyri tí úrsliti, sum Fiskirannsóknarstovan kemur til. Og var størri semja um tilmælini, hevði tað eisini verið munandi lættari hjá hjá politikarum at fylgt tilmælunum,
- Verður ein slík kanningarnevnd hinvegin bara mannað við ICES-fólki, sum sostatt bert skulu staðfesta teirra egnu frymlar, er kanning meiningsleys og tá er tað frægari at ongin kanning verður gjør yvirhøvur.
-Tað hevur stóran týdning, at eisini tær atfinningarsomu røddirnar sleppa at standa sína roynd, leggur hann afturat.
Og Jørgen Niclasen hevur eisini nøkur uppskot um, hvør kundi mannað eina slíka nevnd, uttan at læsa seg heilt fastan í hesi uppskotini.
- Tað kundi verið formaðurin í Meginfelag útróðrarmanna, Auðin Konradson og tað kundi verið formaðurin í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen. Teir hava báðir verið nógv frammi í orðaskiftinum um fiskivinnuna.
- Onnur nøvn kundu verið fiskifrøðingar sum Kjartan Hoydal og Jón Kristianson, sum báðir hava funnist at ICES frymlunum, hóast teir ikki eru heilt samdir.
Men tað kundi eisini verið heimskendi ísraelski fiskimaðurin og fyrilestrarhaldarin, Menakhem Ben-Yami, sum eisini hevur verið í Føroyum.
 

 

 
 
 
 
 
 
 
.