Fáir stórir skaðar merkja úrslitið hjá Trygd

Hálvársroknskapurin hjá Trygd vísir, at úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,1 mió. kr., og hetta samsvarar væl við væntanirnar hjá felagnum.

 

- Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár, sum m.a. vísir væl hægri inntøkur frá tryggingargjøldum. Góða gongdin hjá Trygd hongur neyvt saman við góðu búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum sum heild, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

Samstundis sum fólkatalið veksur, vaksa ognirnar í føroyska samfelagnum eisini, og harvið verður meira at tryggja.

- Seinastu árini hevur Trygd ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingar, og hetta hevur eisini havt øktar inntøkur við sær. Bruttotryggingargjøldini hjá Trygd eru hækkað við 7,1 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør, skrivar felagið.

 

Trygd boðar frá, at felagið ikki hevur verið stórvegis rakt av stórum skaðum higartil í ár. Útreiðslurnar í sambandi við skaðar eru 29,5 mió. kr., og hetta er 7,8 mió. kr. hægri enn sama tíðarskeið í 2016. Í fjør vóru skaðaútreiðslurnar fyri fyrra hálvár 21,7 mió. kr.

 

Trygd væntar, at harða kappingin millum føroysku tryggingarfeløgini fer at halda fram, og at

umsetningurin fer at hækka nakað í seinna hálvári. Felagið væntar, at ársúrslitið verður 8-10 mió. kr., treytað av at skaðagongdin heldur sær á verandi støði. Eginogn felagsins var 72,1 mió. kr. við hálvárslok, og hetta verður mett at vera nøktandi.

 

Hálvársroknskapurin í stuttum

- Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 5,1 mió. kr. samanborið við 11,1 mió. kr. sama tíðarskeið í

fjør.

- Hálvársúrslitið eftir skatt var 4,1 mió. kr. samanborið við 9,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Tryggingartekniska úrslitið var 4,9 mió. kr. samanborið við 10,3 mió. kr. sama tíðarskeið í

fjør.

- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 7,1 mió. kr. samanborið við sama

tíðarskeið í fjør og eru nú 62,3 mió. kr.

- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 37,1 mió. kr. samanborið við 33,8

mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

- Bruttoskaðaprosentparturin var 66,4% samanborið við 47,7% sama tíðarskeið í fjør