Fáir áskoðarar

Tað var ikki bara føroyskur hondbóltur, sum var á skránni sunnudagin, og hetta sást eisini aftur í áskoðarafjøldunum, sum høvdu leitað sær til hondbólt. Samstundis, sum føroysku dystirnir vóru á skránni, varð HM-finala í hondbólti spæld í Kroatia, og í Liverpool var stórdystur á skránni í Premier League. Hetta sást eisini á áskoðarabenkrunum, soleiðis sum myndin hjá myndamanni okkara so væl vísir.