Havn: Tað vóru mest smávegis skaðar í tí nógva vindinum í nátt.
Menn frá sløkkiliðnum vóru úti fleiri ferðir, tí ymiskt lá leyst í vindinum. Men talan var ikki um teir stóru skaðarnar, sum óttast var fyri.
Fráboðanirnar í Havn vóru ymiskar:
Ein brotin rútur, vatn í einum kjallara, ein leys parabol, eitt leyst stakitt og ein leysur bátur, - bara fyri at nevna nakað.
Annars var ikki talan um nakrar ógvusligar tilburðir.









