Fyrrapartin í gjár kom eysturríska liðið Grazer AK í Vágarnar. Liðið, sum skal spæla móti KÍ í dag, er mannað við spælarum, sum ikki hava nógvar altjóða royndir.
Grazer AK ger vanliga ikki um seg í europeiskum fótbólti, og millum spælararnar á liðnum er bara ein, sum hevur spælt landsdystir. Tað er miðvallarin Ales Ceh, sum er úr Slovenia. Hann hevur spælt 35 landsdystir, men spældi ikki við, tá KÍ-venjarin var í Eysturríki og hugdi eftir liðnum.
Álopsspælarin Benedict Akwuegbu, sum er úr Nigeria, hevur roynt seg á ungdómslandsliðið har. Aðrir útlendingar á liðnum eru Skelly Adu Tutu úr Nigeria, Roger Nielsen úr Noregi og Eric Akoto úr Ghana.
Norskur verjumaður ansa Kurt
21-ára gamli miðvallarin Gernot Sick er ein av týðandi spælarunum á liðnum. Hann spælir á miðvøllinum og arbeiðir hart um allan vøllin.
Kurt Mørkøre, sum nú skiftir til norskan fótbólt, fær ein forsmakk upp á norskar verjuspælarar. Roger Nielsen er álitið í miðverjuni, og hann fer helst at halda eitt vakið eyga við toppskjúttanum hjá KÍ.
Verjuspælararnir dáma at fara fram
Verjumenninir í síðunum á eysturrískan liðnum dáma væl at verða við í spælinum frammai á vøllinum, og teir eru alla tíðina í gongd. Teir arbeiða hart fram eftir allari síðuni, og teir smæðast ikki við at bjóða seg til, tá liðið skal leypa á.
Spælararnir á liðnum eru varugir við, at eysturrískur fótbóltur áður hevur brent fingrarnar av føroyskum fótbólti, og sambært venjaranum hjá teimum, fara teir ikki at gera sama mistak, sum landsliðið gjørdi í 1990.
Spælararnir fara ikki á vøllin á Svangaskarði undan dystinum í kvøld, tí í gjár skuldu teir venja á Tórsvølli í Havn.
KÍ-spælararnir vandu í gjárkvøldið á Svangaskarði, teir yvirnáttaðu í Runavík og hava eina lætta venjing fyrrpartin í dag.