Í Norðoyggjum og Eysturoynni eru níggju læknaviðtalur, men einans tríggjar eru mannaðar við føstum læknum.
Í Norðoya Læknadømi er tað bara Magnus Magnusson, ið er í føstum starvi. Hinar báðar viðtalurnar í Norðoyggjum eru mannaðar við avloysarum.
Í Skálafjarðar Læknadømi er støðan tann sama, har Kári Rasmussen er einasti fasti kommunulækni í einum læknadømi við yvir 6.000 sjúklingum. Hinar báðar viðtalurnar eru mannaðar við avloysarum.
Í Fuglafjarðar Læknadømi eru tvey størv, harav Krista Thomsen mannar eitt, meðan hitt er mannað av avloysara.
Kommunulæknastarvið í Eiðis Læknadømi er eisini mannað við avloysarum í løtuni, men broytist tað 1. september, tá tveir kommunulæknar verða settir í fast starv.
Í Vikuskiftis-Sosialinum ber til at lesa eitt størri tema um kommunulæknatrotið í Føroyum. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið.