Stendur tað til hagtølini, so eru sannlíkindini fyri javnleikum lítil sunnudagin. Talvan her sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst seinastu tíggju árini, og tað er merkisvert, hvussu fáir javnleikirnir hava verið í tali. Til samans fevnir yvirlitið um 31 dystir, og av hesum eru bert tríggir endaðir javnir, so tað liggur tann vegin, at fimm vinnarar skulu finnast.
Og av hesum tykist HB hava greiðastu hagtølini. Bara tvær ferðir seinastu tíggju árini hevur tað eydnast B36 at taka stigini, tá teir hava átt heimavøll, og tað er helst ein staðfesting, sum tey í árstalsfelagnum fegin vilja broyta. Javnleikur var úrslitið, tá EB/Streymur fyri higartil einastu ferð tók ímóti ÍF í bestu deildini, og annars tykjast heimaliðini hava greiðan fyrimun ? Í øllum førum, tá vit tosa um hagtøl. Hvat úrslitið verður sunnudagin, er so nakað heilt annað.