Fáir glottar at hóma

Eitt lágtrýst beint eystan fyri suðurgrønland fer í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvalagið fer mánadagin fram við Føroyum av útsynningi.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av suðri og útsynningi. Skýggjað og eitt skifti regn ella útsynningur, seinni klárar í og kanska onkrir sólglottar. Kortini verður okkurt æl. Hitin um 12 stig. Í nátt verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Sum frá líður fyri tað mesta skýggjað og stundum regn og hitin niður í 10 stig.

 

Í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, um 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í løtum regn. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, men út á dagin makar hann vindin eina løtu. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, men móti morgni makar hann vindin. Skýggjað og regn, um náttina klárar í. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Hósdagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina snarar hann í ein útsynning og í støðum møguliga upp í hvassan vind, um 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og alt samdøgrið stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan og makar nakað. Um náttina øtlar hann vindin, í støðum upp í skrið, um 18 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar, um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 6 til 10 m/s. Skýggjað og regn, um út á dagin klárar í og onkrir sólglottar. Um náttina turt og klárt og hann makar vindin í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s av suðri. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig