Fáir fiskimenn eftir í Tjørnuvík

- Tað var tann tíð, tá nógvir fiskimenn vóru búsitandi í Tjørnuvík, men í dag eru fáir eftir, sigur Asbjørn Djurhuus, býráðslimur í Sunda kommunu, sum býr í Tjørnuvík

TJØRNUVÍK

Alt broytist. Einki stendur í stað. Hetta kann eisini sigast um hugnaligu bygdina í Tjørnuvík. Í mong ár var tað fiskivinna og landbúnaður, sum bóru bygdini uppi.
Asbjørn Djurhuus, býráðslimur í Sunda kommunu, sum sjálvur býr í Tjørnuvík, ásannar, at rættiliga fáir fiskimenn eru eftir í Tjørnuvík í dag. Men enn er onkur eftir. Treyðugt so.
- Flestu, sum búgva her og eru í arbeiðsførum aldri, arbeiða aðrastaðni, sigur hann.
Sjálvur arbeiðir Asbjørn Djurhuus sum bókhaldari á virkinum Bátafiski á Eiði, umframt at hann hevur tilknýti til snelluskipið Norðsøka, sum beiggi hansara, Jørgen Djurhuus, førir.
- Vit eru ættaðir av Selatrað. Eg búgvi her í Tjørnuvík, og Jørgen býr á Strondum, sigur býráðslimurin, sum eisini er formaður í Føroya Kommunufelag.