Ólavur í Beiti
Hvørja mannagongd nýtir landsstýrið, tá mett verður um kostnaðin og um dygdina av sjúklingaviðgerð í ymsum londum. Og hvør mannagongd verður nýtt, tá metast skal um tørvin á hjálpar- og røktarstarvsfólki uttan fyri viðgerðarstaðið, tá talan er um ambulanta sjúklingaviðgerð? spyr Kristian Magnussen.
Og heilsumálaráðharrin svarar, at sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya hava yvirlæknar á sjúkrahúsunum "rætt til at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark, og í serligum førum kann ein yvirlækni við loyvi frá leiðsluni fyri sjúkrahúsverkið senda sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum". Tað eru sostatt yvirlæknar innan føroyska sjúkrahúsverkið, ið hava heimild til at senda sjúklingar til viðgerðar uttanlands. Tað eru sostatt teir, ið gera metingar av, hvar teir halda, at best er at senda sjúklingin.
? Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki gjørt nakra serstaka kanning av kostnaðinum og dygdini av sjúklingaviðgerð í ymsum londum.
Í øðrum lagi spyr Kristian, um landsstýrið metir føroyska sjómansheimið í Reykjavík at vera nøktandi karm, tá talan er um sjúklingahotel við neyðugum røktar- og hjálparstarvsfólki?
Og heilsumálaráðharrin at um føroyska sjómansheimið í Reykjavík er nøktandi karmur, tá talan er um sjúklingahotel, er ógjørligt at meta um, fyrr enn vitan er um, hvørjar sjúklingar talan er um. Í dag verða sera fáir føroyskir sjúklingar viðgjørdir í Íslandi.
Hotel Tórshavn
Í triðja lagi spyr Kristian um samráðingarnar um at økja og betra um bústaðarumstøðurnar hjá sjúklingum á Hotel Tórshavn hava givið nakað úrslit, og hvussu gongst við ætlanini um at finna annað betur egnað stað til sjúklingahotel í Keypmannahavn?
Heilsumálaráðharrin svarar, at samráðingarnar við Keypmannahavnar Kommunu hava enn ikki givið nøktandi úrslit. Keypamannahavnar Kommuna er av teirri fatan, at miðbýurin í Keypmannahavn eigur at verða nýttur til íbúðir og ikki til vinnuendamál so sum sjúklingahotel. Arbeiðið við at finna eitt nýtt Hotel Tórshavn er farið í gongd.
Í fjórða lagi verður spurt, um landsstýrið hevur gjørt sær nakrar tankar um, at danska stjórnin møguliga fer at mótrokna ávísa upphædd í ríkisstuðlinum, um landsstýrið av álvara fer at senda sjúklingar í onnur lond at fáa heilsubót?
Og heilsumálaráðharrin svarar, at almanna- og heilsumálastýrið er av teirri fatan, at blokkurin skal metast sum ein heild. Tað er rætt, at blokkurin upprunaliga varð útroknaður eftir, hvat danski staturin læt í refusión til føroyska samfelagið. Men tað er ikki longur nakar samanhangur herímillum.
Ikki avskorið
Í fimta lagi spyr Kristian at um landsstýrið velur at ganga aðrar leiðir at leita sær ráðgeving og sjúklingaviðgerð, hevur landsstýrið so gjørt sær tankar um, at danskar stjórnir frameftir møguliga ikki ynskja at veita eina fyri okkum so ómaksleysa og vælvirkandi tænastu sum hana, ið eitt nú danska heilsustýrið veitir okkum ókeypis í dag?
Og til henda seinasta spurningin sigur Helena Dam á Neystabøð, at almanna- og heilsumálastýrið metir ikki, at fyri tí um danska heilsustýrið hevur eftirlit við føroyska heilsuverkinum, at Almanna- og heilsumálastýrið er avskorið frá at leita sær ráð og vegleiðing aðrastaðni enn frá danska heilsustýrinum.