Føðingardagurin á Hellunum

Í fagrasta veðri varð 150 ára dagurin hildin á Hellunum leygardagin.

Høgni Mohr


Fuglafjarðar Hornorkestur og manskórið úr somu bygd settur serligan dám á stórsligna hátíðarhaldið.

Minniligasta løtan, ið eisini kemur at standa eftir í mong ár, var kortini tá yngsta og elsta hellufólkið, bæði í niðursetuætt, avdúkaðu veldugt listaverk til minnis um bygd og hátíðardag.

Ímorgin verður stór frásøgn frá hátíðarhaldinum í Sosialinum.