Føðingardagur við gallakvøldum

Nú Føroya Banki hevur rundað tey 100 árini, verður hetta markerða á ymsan hátt. Ein táttur, sum bankin nú hevur tikið upp, eru gallakvøld, sum verða hildin fyri kundum bankans. Gallakvøldini verða fimm í tali, og roknað verður við, at eini 4.000 kundar á hendan hátt fáa høvi at halda føðingardag saman við bankanum. Føroya Banki sendir í hesum døgum út innbjóðingar til ymsu kundabólkarnar, og framgongur av hesum, hvussu tekning fer fram.