Føðingardagur í vetrarveðri

Hvørki regn ella vindur kundi leygardagin forðað børnunum og teimum vaksnu í at fara í føðingardag hjá sparikassa-maskottinum Bassa.

Tað var vetrarveður á Tórsvølli seinnapartin leygardagin, tá Føroya Sparikassi hevði boðið til hátíðarhald í samband við føðingardagin hjá Bassa.
Hundraðtals børn og vaksin høvdu leitað sær higar, hóast bæði vind og kavaæl. At tey gjørdu tað, mundi fyrst og fremst vera tí at allir aktørarnir í sambandi við Trøllapætur og Ommuna vóru til staðar og sangbólkurin Popkorn.
Her fingu tey so enn einaferð at síggja politistar, mafiuna, handilsmannin og Ommuna og ommusonin á palli samstundis, áðrenn Popkorn rundaði tiltakið av við einum nýggjum sangi til føðingardagsbarnið og aðrar av teirra kendu sangum.
Tiltakið byrjaði kl. 15 og vardi í góðan hálvan annan tíma. Møguleiki var eisini at  bowla og fiska saman við Bassa.