Føðingardagur í fimleikinum

Fimleikur: Børnini sloppu at spæla sær, tá fyrsti hátíðardagurin í hjá Havnar Fimleikafelag, sum fyllir 90 ár í ár, varð hildin

Í vikuskiftinum var fyrsta tiltakið av eini røð, sum fara at verða í samband við 90 ára føðingardagin hjá Havnar Fimleikafelag.

Og tað var ein barnaføðingardagur, sum var hildin í høllini á Stórheyggi. Børn sluppu at royna ymisk sløg av fimleiki, og eingin krøv ? uttan aldurskrøv ? vórðu sett børnunum.

? Vit løgdu dent á, at øll børn kundu koma, eisini tey sum ongantíð hava verið við í felagnum, og vit vóru eisini fegin um at síggja nógv nýggj børn, sigur Elin Mortensen, formaður í Havnar Fimleikafelag.

Børnini vóru býtt upp í tríggjar aldursbólkar: tey úr 4 ár og upp til skúlaaldur, tey í 1. til 3. flokki og so tey í 4. til 7. flokk. Í hvørjum flokki vóru millum 20 og 30 børn.

? Vit eru væl nøgd við hetta tiltakið, og vit ætla at royna tað aftur einar tvær ferðir seinni í ár, sigur Elin Mortensen.

Hesi tiltøk, har øll børn kunnu verða við, verða við síðuna av vanligu venjingini í felagnum. Okkurt um 800 børn og vaksin eru aktiv í Havnar Fimleikafelag.

? Vit hava nógv børn í felagnum, og vit vilja fegin hava, at tey merkja, at tað er nakað serligt við felagnum í ár.

Seinni í ár er ætlanin at gera meira burtur úr føðingardegnum hjá felagnum, tá verða onnur tiltøk, millum annað framsýning og veitsla.