Tað var á sjálvum føðingardegnum hjá Kyndli, at nevndin mátti ásanna, at samstarvið við Jan Djurhuus ikki riggaði nóg væl.
Kyndil varð stovnað tann 10. mars í 1956, og hevur felagið soleiðiðs bert knappliga tvey ár eftir til stóra 50 ára føðignardagin.
Tó at felagið nú skiftir venjara, og tó at tað hevur gingist nakað serligt hjá besta kvinnuliðnum, so sigur nevndin seg vera væl nøgda við avrikini hja felagnum í ár.
Ikki minst er hetta grundað á dreingjadeildirnar, har felagið longur hevur ognað sær meistaraheitið í dreingjum 10, dreingjum 12, dreingjum 14 og í mansunglingadeildini, og hartil hevur felagið eisini góðan møguleika at taka gullið í kappingini fyri dreingir 16.
Og sum ein krúlla kann so eisini skoytast uppí, at gomlu kempurnar sum manna triðju deild, eisini hava tryggjað sær meistaraheitið. Her var ætlanin nokk, at teir skuldu fara ósigraðir ígjøgnum kappingina, men í seinasta dystinum á árinum máttu teir lúta fyri teimum gomlu hjá Neistanum, men samlaði oddasessurin stóð ikki at vika av teirri orsøk.