Nøkur av allar bestu føroysku nøvnunum fara á pall, tá Reinsaríið fríggjakvøld er karmur um 150 ára føðingdagskonsert við Danny & The Veetos, Figment Dwells og Leu Kampmann.
Klaksvíksbólkurin Danny & The Veetos eigur eitt tað størsta útvarpshittið seinasta árið, við Sunnukvøld í mai, og nú mai mánaði nærum er farin afturum, vilja festligu poppararnir gjarna til Havnar at spæla til 150 ára føðingardagsveitsluna hjá Tórshavnar kommunu, og sjálvandi eru teir vælkomnir. Hetta er eitt tað heitasta navnið í løtuni, og koma teir við einum spildur nýggjum staklagi, ið longu er við at gerast ein landaplága.
Tað er bert eitt gott hálvt ár síðan Lea Kampmann sum eitt óskrivað blað trein á pall í Reinsarínum við síni yndisligu rødd og inniligu løgum til eitt Open Mic tiltak. Sìðan hevur tað bert gingið ein veg, og hon er í løtuni eitt tað mest spennandi navnið á føroyska tónleikapallinum. Menningin er øgilig og boð eru eftir henni á festivalum og til tiltøk. Hennara løg eru at hoyra í útvarpi og hitta á internetinum. Hetta er ein ung songkvinna og sangskrivari, ið tykist at hava eina sera bjarta framtíð, men allar fyrst á skránni er luttøka á føðingadagskonsertini hjá Tórshavnar kommunu fríggjakvøldið.
Figment Dwells er tiltikin góður konsertbólkur úr Havn, teirra egna bland av rokki hevur røtur aftur í 90’ini til grungetónleikin, ið kollvelti tónleikaídnaðin tá. Løgini eru vælskrivaði og standa sterk í einum føroyskum tónleikapalli í blóma. Fyrsta fløgan hjá Figment Dwells kom út í fjør og hevur fingið nógv rós. Nú Havnin fyllur ynskja Figment Dwells at vera við til at heiðra býin.









