Í kvøld 8. mai verður føðingardagssending á kristnu sjónvarpsrásini IKTUS.
Umframt at Betesdakórið syngur sangir frá tvey ára haldinum, sum var í Løkshøll, verður greitt frá arbeiðinum hjá IKTUS eins og høvi verður at stuðla.
Iktus varð stovnað fyri fýra árum síðan. Navnið Iktus, sum á griskum merkir fiskur, var eyðkennið hjá teimum fyrstu kristnu og hevur verið brúkt av kristnum kring allan heimin. Eitt av endamálunum við sjónvarpsrásini er at vera eitt net, sum samkomur og kirkjur í Føroyum kunnu brúka til at boða evangeliið út um samkomuveggirnar. Sendingin byrjar í kvøld kl. 20.