Føðingardagsmerki hjá HB

Flestum kunnugt, so stendur í Havnar Bóltfelag í ár fyri at halda 100 ára dagin fyri stovnanina, og sum vera man, so verður nógv gjørt burturúr.
Tiltøk av ymsum slag verða sjálvsagt á skránni, eins og bæði bóka- og fløguútgáva eisini verða tað.
Markeringin av hesum verður sjálvandi gjørd á ymsan hátt, men nú hevur alt hetta so fingið eitt felags eyðkenni.
HB hevur nevnliga latið gjørt eitt serligt búmerki, sum skal nýtast í samband við 100 ára haldið.Eitt búmerki, sum eisini verður at síggja á bringuni á besta mansliðnum, tá hetta fer at verja FM-heitið komandi árið.
Búmerkið hevur sjálvsagt skap av einum bólti, men hartil eru tað nógvir aðrir lutir, sum á hvør sín hátt vísa á júst HB og tað, sum felagið stendur fyri.
Reytt og svart eru eyðkendu litirnir í merkinum, og sjálvt búmerkið í miðjuni er nú Tórshamararin, fyri líka sum at vísa á, at hetta er felag úr Tórshavn.
Kring reyð/svørtu litirnar er so eisini ein gylt rond, sum við sínum 17 stjørnum ímyndar tey 17 FM-heitini í mansfótbólti hjá felagnum. Og so er spurningurin, um ein stjørna kann skoytast uppí, so hvørt sum árið líður. Tað vildu viðhaldsfólk felagsins so í øllum førum ikki havt nakað ímóti.
Tað er Repro-Z, sum í tøttum samstarvi við web-mastaran á www.hb.fo, Marna Mortensen, hevur staðið fyri design?inum av nýggja búmerkinum, sum altso verður nýtt alt hetta kappingarárið