Mánadagin komandi verður ein væl kendur argjamaður, Sverri mortensen, 90 ár. Sverri er væl yngstur av tíggju systkjum, átta brøðrum og tveimum systrum, og er hann tann einasti, ið er á livi í dag.
Foreldrini vóru Mortan J. Mortensen av Argjum og Rakul Holm Mortensen, fødd Jacobsen, úr Leynum. Mamman doyði í 1941, 59 ára gomul. Hon var bundin at koyrstóli í sjey ár.
Pápin var skipari á miðvágstrolaranum, »Nýggjaberg«, ið bleiv niðurskotin undir Íslandi í 1942 av týskum kavbáti, og fóru øll manningin, 21 í tali, herav 16 úr Miðvági.
14 ára gamal fór Sverri til Grønlands sum kokkadrongur við »Ananu«, honum dámdi sjólívið væl, og sigldi umleið tvey ár við »Ananu«, men pápin helt tó, at hann skuldi royna at finna sær lærupláss uppi á landi.
Sverri fekk lærupláss hjá Askham Smiðju, og eftir lokna lærutíð fekk hann prógv og kom í starv hjá Vilhelm Nielsen og starvaðist í umleið 46 ár.
Sverri hevur bara alt gott at bera Vilhelm Nielsen, ið var ein heiðursmaður á allan hátt.
Hvønn gerandismorgun er Sverri uppi í svimjihylinum, og har hava vit allir nógvar skemtiligar og gevandi løtur, ið vit ikki vildu verið fyri uttan.
Góði Sverri, vit allir tíni svimjivinir vilja á henda hátt ynskja tær framhaldandi nógvar ríkar løtur uppi í svimjuhylinum og gleða okkum at vera saman við tær og tínum mánakvøldið.
Vegna svimjivinirnar, Páll










