Føðingardagsheilsan til pápa mín Eyðfinn Mørk í Vági

- á 65 ára degnum tollaksmessudag 23.12.2010.

Hey góði pápi, nú fyllir tú aftur og hesaferð fyllur tú 65 ár. Ja tíðin flýgur avstað, eg verið noyddur at skriva nøkur orð á tínum runda degi, og tað veit eg at tú verður glaður fyri.
Pápi vaks upp á Tvøroyri og er sonur Hjørdis Mørk úr Tórshavn og Martin Berg ættaður úr Sandvík. At pápi er føddur í Tórshavn tollaksmessudag 1945, er tað kanska ikki so nógv fólk, sum vita um. Men hann búði bert í Havn í 1 ár, tá ið hann flutti suður til Tvøroyri at búgva saman við Hjørdis ommuni og Martin abba. Har búði hann saman við foreldrunum og systkinunum hjá sær ávikavist Hanus, Hanna, Essuni og Eyvør.
Pápi flutti seinni suður til Vágs at búgva bert 15 ára gamal, og har hevur pápi búleikast síðani, saman við okkum øllum.
Tað sum tók serliga hart upp á pápa var, tá ið systrarnar hjá honum Rini og Hanna doyðu av krabbameini. Rini var bara 36 ár, tá ið hon doyði, og Hanna doyði fyri nøkrum árum síðani. Pápi misti eisini mammu sína Hjørdis av krabbameini í 1999.
Pápi er ikki ein persónur, sum tosar so nógv um slekt, men hann fortelur oftani frá, hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur at vitja familjuna har. Hann tekur oftani til, at hansara familja er familjan hjá mammu og vit børn, tað kemur ivaleyst av, at hann hevur búð næstan alt sítt lív í Vági og følir seg sum vágbing, hóast røturnar er aðrastaðni frá.
Pápi giftist annars við mammu okkara Ingibjørg Ryggshamar hin 2. januar 1965, sum er dóttir Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.
Um hetta mundið búðu tey úti í Toftalíð saman við langommuni Julionnu. Bert tríggjar mánaðir eftir vígsluna, t.v.s. 2. apríl 1965, brendi heim teirra í grund.
Tey mistu alt, sum høvdu fingið í brúðargávu, men til Guds undur sluppu tey øll frá tí við lívinum. Í 1968 bygdu tey sær egið hús á Vallarajørð í Vági.
Men væl hevur gingist hjá tykkum, hóast tit mistu alt úti í Toftalíð í Vági, og okur 8 systkin sum eru Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni hava nógv at takka tykkum báðum fyri, hóast tað hevur mangan verið strævið hjá tykkum báðum. Men okur 8 børnini og øll abba-, ommubørnini, minnast bert á góðar løtur inni á barnaheiminum hjá okkum. Hetta fáa nú tey fyrstu langabbabørn og langommubørnini eisini stóra gleði av og tað er at vera takksamur fyri.
Pápi fór til sjós bert 13 ára gamal (fylti 14 umborð). Pápi varð sjómaður heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Umframt at hava koyrt lastbil og arbeitt á Suðurfisk í fleiri ár. So hevur pápi havt seyð og seyðahald í Hovi. Hetta var eitt stórt íkast til okkum øll gjøgnum árini, tí tað vóru nógvir munnar at metta.
Samfelagsviðurskifti hava altíð havt hansara áhuga, hann hevur m.a. sitið í 23 ár í Vágs Býráð frá 1985 til 31.12.2008.
Heilsan hja pápa er farin at bila eitt sindur tey seinastu árini, men hann er komin væl frá tí nú og var fyri kortum verið við mammu í Danmark, har hann stuðlaði henni væl og virðiliga, tá ið mamma skuldi leggjast undir skurð í Ríkissjúkrahúsinum.
Pápi hevur tað sum sagt nógv frægari nú og gongur 3 til 4 túrar rundan um tað vakra vatnið í Vági og gleðir seg sum eitt barn til næsta túr- har hittir hann nógv fólk, sum eisini geva sær stundir til eitt prát.
Pápi er ikki ein persónur sum tosar so nógv um slekt, men hann fortelur oftani frá hvussu gott tað var at koma til Sandvíkar sum smádrongur, at vitja familjuna har. Serliga tosar hann um Ingibjørg systir Martin abban og hennara hjartarúm, tá ið hann var smádrongur.
Eg havi oftani spurt pápa um familjuna og um Mørkslektina hjá honum, men hann hevur ikki givið mær eitt greitt svar enn, men svarið sum hann altíð hevur givið mær er, at røturnar eru úr Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Hovi og í Havn.
Men, hann tekur oftani til orðanna og sigur, at hansara familja eru vit børnini og familjan hjá mammu, tað kemur ivaleyst av, at hann hevur búð næstan alt sítt lív í Vági og følir seg sum vágbing, hóast røturnar er aðrastaðni frá.
Eg vil tí enda hesa føðingardagsheilsu til pápa mín við at koma nakað inn á Mørk ættina hjá okkum. Sum eg havi gjørt mær stundir um at leita fram.
Olduromma mín var Elsupa Fredrikka Justinusdatter og oldurabbin var Ludvík Thomas (Tummas á Brekku) Thomassen seinni Breckmann, bæði úr Havn. Um eg ikki fari skeivur, so var Ludvík oldurabbi mín fyrsti føroyski politisturin í Føroyum.
Dóttir teirra var langomma mín Magdalena Sofía Breckmann Mørk, sum giftust við langabbanum hjá mær Mortan Mørk sum var ættaður úr Sandvík, mær er fortalt at tey búði á Jónas Broncksgøta í Havn.
Tíverri fyri familjuna og serliga fyri tey 8 børnini hjá Mortan og Magdalenu Mørk, doyði Magdalena langomma av ungum aldri av tuberklum. Hetta var sjálvandi ein sorgarleikur fyri alla familjuna og serliga fyri tey 8 børnini sum vóru:
Christenca Mørk, Helena Mørk, Esther Mørk, Hjørdis Irene Mørk (omman mín), Morten Meinhard Mørk, Ingibjørg Mørk, Olga Solvej Mørk og Lillian Mørk.
Seinni flutti Mortan Mørk, langabbi sum var reiðari til Vestamanna at búgva. Hann doyði í 1949.
Tað er bert Olga og Lillian sum eru á lívið í dag. Olga býr í Hirtshals og tað frættis at hon spælir framvegis brigde og er við til kappingar, hóast hon gongur ímóti teimun 90 árum. Hin systurin Lillian býr í Íslandi.
Eisini eru nakrar søgur um Mørk sum eftirnavn. Mørk familjan koma frá Nesi í Hvalba og upprunaliga var eftirnavnið Mortensen og áðrenn tað, var tað Mortansson.
Ein søga er eisini um ein av okkara forfedrum sum var so myrkhærdur og tá ið hann skuldi doypast, og tí spurdi presturin í Hvalba foreldrini at dronginum, hví ikki bara doypti hann Mørk til eftirnavn og søgan sigur, at hetta er ein orsøk til Mørk eftirnavnið er komið.
Hinvegin vóru eisini sera nógvar í familjur í Suðuroym sum frammanundan høvdu eftirnavnið Mortensen, so kanska var tað tí tey skiftu eftirnavn til frá Mortensen til Mørk.
Tey flestu av Mørk ættini eru av Nesi í Hvalba og tey flestu av teimum flutti til Mørkini í Sandvík at búgva. Onkur vil vera við, at staðarnavnið á Mørkini kemst av eftirnavninum Mørk, tí tey búsettist á Mørkini í Sandvík.
At enda kann eg nevna at pápi til Mortan Mørk langabba var Morten Mortensen Mørk úr Sandvík, og hann var giftur við Olevine Helene Midjord sum var ættað úr Hovi.
So pápi og mamma, ein má siga at ættin er sera stór hjá okkum og hetta var bara eitt lítið brot úr ættarsøguni hjá okkum til frama fyri pápa á hansara 65 ára føðingardegi tollaksmessudag.
Eg vil hervið ynskja tær hjartaliga tillukku við 65ára føðingardegnum og Guds signing í framtíðina hjá tykkum báðum.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
-------------------------
Hoyvík hin 21.12.2010
Levi Mørk