Góða mamma
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Mamma er fødd og uppvaksin í Oyndarfirði og har bleiv hon verandi.
Mamma er nr. 5 av 7 systkjum, sum vuksu upp á Marknagili, dóttur Magninu f. Petersen úr Høggarshúsið og Jústinus Eidesgaard úr Skúlanum. Omma og abbi giftust í 1916 og bygdu húsini á Marknagili langt oman fyri øll húsini tá í tíðini, so tey vuksu upp nærum sum einabúgvar.
Systkini hjá mammu eru Brynhild, fødd 1916 og hevur búð í Esbjerg síðan 1938.
Petur f. 1918-1979 búði í Oyndarfirði. Andrias 1918-2002 búði í Klaksvík, teir vóru tvíburar.
Erling f. 1920-1987, búði á Tvøroyri. Mamma 1922 býr í Oyndarfirði. Sverri f. 1925-2006, búði í Keypmannahavn.
Leivur f. 1930-2002, búði í Oyndarfirði, tey vuksu upp í einum tryggum og gudrøknum heimi. So mamma og mostur eru tær einastu eftir av systkjunum.
Mamma var ikki nógv burtur, sum ung genta eitt skifti undir krígnum var hon hjá nonnunum í Havn, hjá Skræddaranum í Gøtu og á Háskúla í Esbjerg í 1947. Hetta hava verið góðir dagar fyri hana, tí nógv hevur hon tosað um hesa tíð og nógv hevur hon nokk fingið burtur úr.
5. februar 1950 giftist mamma við pápa (Sigurd) sum var nr. 3 av 8 systkjum Norði hjá Gutta.
Tá hevði pápi bygt húsini undir Kropnasteini, sum síðani bleiv heimið hjá okkum 4 sera tøttum systkjum, har vit hava haft eitt gott og trygt barnaheim, eitt satt reiður at vaksa upp í, har mamma altíð var heima.
Eitt heim, sum altíð hevur verið opið fyri okkum systkjum og opið fyri barna- og ungdómsvinum, sum vit høvdu og hava. Mamma hevur altíð verið ein barna- og ungdómsvinur, tað man vera sjáldan, at nakar er farin út aftur tómhentur. Og tað skal tú hava stóra tøkk fyri góða mamma.
Mamma er sera tolin, rólig, gløgg, røkin, kensluborin og uppmerksom sum fáur, góð við síni ting, fer sera væl við, gott minni, er sera áhugað í so gott sum øllum. Dámar væl at vera saman við fólki, elskar at fáa gestir og geva teimum at eta. Er sera góð við sína slekt og veit væl um slekt. Sum børn vóru vit hvørja summarferiu í Havn hjá (Mostur í Havn). Eitt satt upplivilsi fyri bygdabørn, tí tá vitjaði hon við okkum øll síni systkinabørn, tað vóru jóladagar hjá okkum. Ein onnur verð, munurin millum Oyndarfjørð og Tórshavn var nógv størri tá enn í dag. Mamma hevur tíanverri verið alt ov lamin tey síðstu nógvu árini, so tað hevur forða henni nakað at komið út. Men er tað nakað, hon elskar, er tað at sleppa til alt møguligt, bæði andaligt og tímiligt. Eitt selskapsfólk burturav, sera sosial.
Vit 4 systkin, Elinborg, sum býr í Gøtu, Árni býr í Oyndarfirði, Hjalti í Asp og eg í Fuglafirði hava ríka tey við 13 ommu- og abbanørnum og síðani eru 10 langommu- og abbabørn komin. Vit eru altíð vælkomin í hugnaliga barnaheim okkara undir Kropnasteini.
Mammu sa hjarta hevur altíð brent fyri Sunnudagsskúlanum, hon byrjaði sum sunnudagsskúlalærari sum smágenta saman við mammu síni uppi á Marknagili. Legði ikki frá sær fyrr enn fyri einum ári síðani, 84 ára gomul, so yvir 70 ár helt hon sunnudagsskúla - ein long tænasta.
Mammu dámar væl sang, hevur altíð sungið, meðan hon arbeiðir sítt húsliga arbeiði. Missiónshúsið og kirkjan eru eisini hjartamáli hjá teimum, har hava tey sítt fasta pláss.
Sjómanskvinnur og jólapakkar til sjófólkið gongur hon nógv uppí, hevur verið forkvinna í nógv ár. Hon var jú sjómannakona, tí pápi hevur altíð verið sjómaður. Mamma átti bæði fastur og mostur í Havn. Kristianna Mouritsen í Snikkarastovu og Petrina Nicolaisen á Landavegnum, har mamma var nógv sum barn og ung genta. Mamman er sera góð við Havnina og hevur nógvar góðar vinir har, hon kennir nógv í Havn. Har hava vit rík og góð minnir, sum vit eru sera takksom fyri.
Góða mamma, hjartaliga tillukku við degnum 4. des. 07 og má Harrin geva tykkum eitt blítt og gott lívskvøld.
Góðan førðingardag leygardagin 1. des. í Skúlanum, vit gleða okkum.
Systi v/ fam.