- ALS er farið at brúka eina rúgvu av pengum til alt møguligt, samstundis sum útgjaldið til tey arbeiðsleysu verður skert.
Tað sigur nýggi stýrislimurin í ALS, Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
20 ára veitslan hjá ALS í fjørheyst kostaði ikki góðar 400.000 krónur, men 800.000 krónur. Men rokningin er bara toppurin av ísfjallinum.
Eyðstein Djurhuus vísir á, at í ár kemur ALS at brúka heili 52 milliónir krónur til annað enn arbeiðsloysisstuðul. Tað veri seg grundrakstur, starvsvenjing og skeið. Tað hendir, samstundis sum ALS við verandi arbeiðsloysi kemur at hava 80 milliónir krónur í halli í ár.
Hoyr samrøðu við Eyðstein Djurhuus: