Føðingardagsgáva til Hilmar Jan

Beint undan fráferðini fekk føðingardagsbarnið serstaka gávu handaða frá Flogbóltssambandinum

Beinleiðis frásagnir frá øllum flogbóltsdystunum við føroyskari luttøku vóru sjálvsagdur partur av tíðindaflutninginum hjá Rás2 á Álandi.

Og tað var eftir øllum at døma nakað, sum var follið í serstakliga góða jørð hjá teimum báðum føroysku flogbóltslandsliðunum.

Hilmar Jan hevði nevnliga føðingardag sama dag, sum leikirnir endaðu, og á flogvøllininum beint norðanfyri Mariehamn, fekk hann serstaka føðingardagsgávu frá flogbóltsliðunum.

Gávan var ein dystarbóltur frá leikunum, har allir spælarar á bæði mans- og kvinnulandsliðnum høvdu sett sín autograf á, og tað var eitt errið føðingardagsbarn, sum tók ímóti gávuni, skulu vit heilsa og siga.


Mynd: Hilmar Jan

Hilmar Jan Hansen var ovurfegin fyri føðingardagsgávuna, sum hann fekk frá føroysku flogbóltslandsliðunum

Mynd: Álvur Haraldsen