Føðingardagsbrakið verður í kvøld

Í kvøld hátíðarheldur best umtókti føroyski tónleikabólkurin í nýggjari tíð, Frændur, sín 25 ára dag við útgávukonsert í høllini á Hálsi í Havn. Nýggja fløgan hjá Frændum er nú komin út, og samstundis fer bólkurin á pallin til stóra føðingardags- og útgávukonsert í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

 

Fløgan Frændur V er komin í sølubúðirnar, og longu nú er onkur av sangunum blivin hitt á føroysku útvarpsrásunum.

 

- Vit eru sera fegnir um at kunna bjóða føroyingum, sum altíð hava tikið so væl ímóti Frændum, eina nýggja útgávu, og vit gleða okkum sera nógv til at fara á pallin í kvøld, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonnunum í bólkinum.

 

Konsertin við Frændum byrjar klokkan 22.00 í kvøld. Fyrsta tíman hitar Sámal Ravnsfjall upp, og eisini fer Hanus G. Johansen at spæla.