Bæði kvinnu- og mansliðið vunnu FM, meðan mansliðið vann steypakappingina triðja árið á rað, umframt at spæla seg víðari í evropeiskari kapping.
Menninir struku avstað
Tað var sum verandi meistari, at menninir hjá Neistanum fóru undir kappingarárið 2011, og við profilum sum Davidi Edvardsen, Heina Hanusarsyni, Finnur Hanssyni og Jugoslav Djumic, kundu teir neyvan frásiga sær útnevningina sum favorittar til at endurvinna FM. Teir struku eisini avstað á stigatalvuni við KÍF sum besta boð uppá ein avbjóðara, og hóast kollfirðingar ikki náddu undir liðina á Neistanum, so stóðu teir - umvegis annað plássið - á mótstøðuhálvuni, tá ið FM-finalurnar vórðu
Avgjørdu í fyrra dystinum
Hin 16. apríl varð fyrsta FM-finalan leikt í høllini í Kollafirði. Hóast KÍF í kappingarárinum hevði spælt upp við Neistan, so gjørdist talan um einvegis ferðslu frá teimum bláu føroyameistarunum úr Havn. Við 10 málum frá Davidi Edvardsen legði danski málslúkarin lunnar undir einum knúsandi 35-24-sigri til Neistan. 11 mál stóra leiðslan punkteraði fyri spenninginum og merkti, at Neistin helst longu hevði avgjørt í fyrra dystinum.
Í seinna dystinum, sum varð leiktur í Havn, staðfesti Neistin sína støðu sum uppiborin FM-vinnari við einum 30-25-sigri. Samlaða úrslitið gjørdist harvið heili 65-49 til Neistan, og harvið kundu menninir hjá Neistanum fegnast um at hava endurvunnið meistaraheitið og tað fyri áttandi ferð í søguni.
Skrivaðu søgu
Tveir mánaðir undan, at Neistin krýndist FM-vinnari, vórðu teir eisini krýndir steypavinnarar. Í einum dysti, har KÍF valdi ein heldur øðrvísi spælistíl við at verja ógvuliga langt frammi á vøllinum, megnaðu neistamenninir at vinna 30-25. Aftur hesaferð gekk David Edvardsen á odda við 11 málum, meðan ungi Sjúrður K. Thomassen skjeyt seks mál frá vonginum.
Hóast Neistin nú hevði greipuna um hendi, var málið framvegis ikki nátt. Venjararnir vildu nevniliga eisini, at liðið skuldi spæla seg víðari í Evropa.
Mótstøðan var ókend í kýpriotiska H. C. Latsia, sum tók ímóti neistamonnum í september-mánaða. Neistin vann dystin heili 30-17, og so tá ið teir á heimavølli vunnu 37-25, kundu teir vera erpnir av at hava skrivað føroyska hondbóltssøgu.
Í næsta umfari bíðaði eitt væl sterkari Madeira SAD, ið vann fyrra dystin í Føroyum 34-20. Tískil var ikki nógv annað at gera enn at njóta góða veðurlagið á túrinum á portugisisku oynni, tá ið seinni dysturin skuldi spælast. Tann dystin vann Madeira 31-17, men eftir stóð, at Neistin, sum fyrsta føroyska hondbóltsfelagið nakrantíð hevði leikt seg víðari í Evropa, hevði framt eitt megnar avrik og skrivað søgu.
Kvinnurnar eisini meistarar
Kvinnur Neistans eiga í Barbaru Brauer helst sterkasta skjúttan í landinum, og hevur hon, síðani hon kom til Føroya, av álvara fingið glið á spælið hjá neistakvinnunum.
Í FM-finalunum var stórur spenningur – í øllum førum fram til avgerandi dysturin byrjaði. Stjørnan vann nevniliga fyrsta dystin 22-21 í Havn, og tá ið so Neistin vann næsta dystin í Klaksvík 25-22, var neyðugt við einari avgerandi finalu. Hendan var leikt í Klaksvík, av tí at Stjørnan endaði á fyrsta plássi og vann sær heimavallarfyrimun.
Í avgerandi dystinum var tað Neistin, ið av sonnum streyk avstað í seinna hálvleiki eftir eina tepra 12-11-hálvleiksleiðslu. Tær bláu vunnu nevniliga dystin við heili 13 málum, 31-18.
Tær kundu tískil eisini kalla seg meistarar, og sambært teimum í felagnum, so var hetta besta føðingardagsgávan, ið mans- og kvinnuliðið kundu geva felagnum á 80 ára føðingardegnum.










