Føðingardagar, gullbrúdleyp o.a. merkisdagar

90 ára føðingardagur

Mánadagin tann 5. mai fyllir Jákup Biskopstø, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin hjá Elsu og Oliver á Rygsvegi 3 frá kl. 16.00.

 

 

 

 

 

 

 

65 ára føðingardagur

Mikudagin 7. mai verður Eyðfinn Jacobsen, skipari, Kamsdalur, 65 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 10. mai heima millum kl. 10 og kl. 16.

 

 

Gullbrúdleyp

Sunnudagin 8. juni hava Sanna og Ivan Johannesen í Miðvági gullbrúdleyp. Leygardagin 3. mai verður dagurin hildin í heiminum. Øll eru vælkomin frá kl. 15.00

 

 

 

Silvurbrúdleyp

Mikudagin 14. mai 2008 hava Dorit og Kjartan S. Jensen, Oyri, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Eydnuni á Oyrarbakka leygardagin 17. mai kl. 18.30. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum verða biðin at siga frá í seinasta lagi 4. mai á tlf. 422283 ella 224605.

 

 

Silvurbrúdleyp

Mikudagin 14. mai hava Gunnvá og Bjarki Magnussen, Húsavík, silvurbrúdleyp. Veitslan verður hildin á Keldu í Skálavík leygardagin 17. mai kl. 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 7. mai á tlf. 361371 ella 280371.

 

 

 

Brúdleyp

Fríggjadagin 2. mai kl. 16 giftast Bjørg Berg Jørgensen og Olivier Vallée í Marmorkirkjuni í Keypmannahavn. Brúdleypsveitsla verður fyri innbodnum í Føroyinga­húsinum á Vesterbrogade.

 

 

 

Brúdleyp

Leygardagin 12. juli kl. 15.00 giftast í Uggerslev kirke, Karina Abelsen og Jan Eidesgaard, Eiði. Veitslan verður hildin í Uggerslev Forsamlingshus. Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá á seinasta lagi 16. mai á tlf. 004541622098 – 004564825820 ella via mail: janhoghamar@gmail.com

 

 

 

Konfirmatión

Rannvá Gudmundsdóttir Joensen verður konfirmerað í Nólsoy 4. mai. Øll eru vælkomin í Losjuna í Havn frá kl 18. Inngongd omanfyri.

 

 

 

Konfirmatiónir í Danmark

Sunnudagin 4. mai verður Eydna Guðrun Gudmundson fermd í Lunderskov kirke. Adressan er Jættehøj 5, Lunderskov.

 

Sunnudagin 4. mai kl. 10 verður Bjørg Tausen, dóttir Irenu & Jóannes Tausen, fermd í Fredens Kirkju í Herning. Bjørg býr á Valdemarsvej 275, DK-7400 Herning, Danmark.

 

Sunnudagin 4. mai verður Stefan í Dali Mir-Mackiewicz, H. P. Andersens allé 6, 6650 Brørup, Danmark, konfirmeraður í Johanneskirken í Brørup.