Føðingardagar, gullbrúdleyp, brúdleyp og prógv

Sanna R. Daniel­sen 95 ár

Leygardagin 5. apríl verður Sanna R. Danielsen av Strond­um 95 ár. Dagurin verð­ur hildin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Tit eru vælkomin at støkka inn á gólvið millum kl. 15-17.

 

Olli í Lágabø 85 ár

Sunnudagin 6. apríl verður Olli í Lágabø í Vági 85 ár.

Tey, ið vilja heilsa uppá Olla, eru vælkomin í heimið hjá dóttrini, Vágsvegur 65 í Vági, frá klokkan 18 til 21.

 

70 ára føðingardag

4. apríl fyllir Jóhannus M. Petersen (Jóanis í Beitinum), Kollafjørður, 70 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 5. apríl í Bygdarhúsinum í Kollafirði frá kl. 19.

 

Gullbrúdleyp

2. apríl høvdu Jóna & Svein­bjørn á Horni í Fuglafirði gullbrúdleyp. Dagurin verð­ur hildin í Lonini í Fugla­firði leygardagin 5. apríl frá kl. 18.00. Øll eru væl­komin.

 

Brúdleyp

Leygardagin 5. apríl kl.12 giftast í Kvívíkar kirkju Guðrið Holm, Kvívík, og Kaj Heri Joensen, Oyndar­fjørður. Veitsla verður fyri innboðin á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14.

 

Leygardagin 5. apríl giftast Beinta Lind Sørensen, Hvanna­sund og Símun Skora­stein, Leirvík. Vígslan verð­ur kl. 13 í Hebron í Leir­vík. Drekkamuður verður Undir Rókini 4 í Hvannasundi millum kl. 20 og 24 fyri tey, ið ynskja at heilsa uppá brúðarparið.

 

Prógv

22. januar fekk Rúni F. L. Olsen, Hvalba, prógv sum kemiingeniør frá Dan­marks Tekniske Universitet, Lyngby