Føðilandið ? »Eitt lorta land«?

   

Løgin og syrgilig niðurstøða:
Nakað herfyri stóð grein í bløðunum, har kendur fjølmiðlamaður skýrdi Føroyar »eitt lorta land«, av tí at nakað av troti var komið í kassan, ið fíggjar sjúkraflutningin til Danmark. Í hesum sambandi var onkur komin at liggja ímillum ? eina tíð ? í hvussu er. Hetta er sjálvandi harmiligt, men uttan iva, so verður onkur nýtilig loysn funnin til ta tíð, tá tað aftur fløðir í kassanum. Øll ynskja vit, at tey sjúku skulu fáa so góð kor viðvíkjandi røkt og hjálp, sum á nakran hátt gjørligt. Hetta eru vit samd um.
Hinvegin, so má ásannast, at henda góða skipanin at senda sjúklingar av landinum til serviðgerðir kostar samfelagnum almikið av peningi. Sagt verður, at í ár eru útreiðslurnar u.l. 80 mill. kr. móti teimum ætlaðu 60 mill.kr.
Hetta hevði svarað til, at Danmørkin nýtti u.l. 8 milliardir kr. um árið at senda part av sínum sjúklingum til Týskaland til dømis, og sambært »TV-Rapportini«, so kundi hetta verið neyðugt í summum førum.

Virðing fyri landsstýrismanninum, Bill Justinussen:
Tað er tí als einki løgið, um landsstýrismaðurin fer at kanna, um skipanin ikki kann gerast bíligari samstundis, sum tænastustøðið verður varðveitt á forsvarligan hátt, tí 80 mill. kr. er mikil upphædd í okkara samanhangi. Hinvegin veit landsstýrismaðurin, at økið er sera kensluborið, og at politiskur opportunistar alt fyri eitt fara at koma við ósakligum atfinningum við teirri ætlan at kóka sær politiska súpan av evninum og ikki hevur skortað av slíkum, síðani málið kom fram. Kent er eisini, at fleiri ynskja ikki at reka hetta samfelagið bíligari vegna tess, at so kundi jú tað »ræðuliga« hent, at vit gjørdust búskaparliga sjálvberandi.
Tað er tí at vóna, at landsstýrismaðurin veruliga ger nakað við hetta málið, so sum mest og best fæst fyri peningin, ið nýttur verður til endamálið, tí eingin skipan er so fullkomin, at henni ikki tørvar kanningar og eftirmetingar við jøvnum millumbilum.
Aftur til »lorta landið«:
Tað er helst bara í Føroyum, at nakar alment fer at kalla sítt egna føðiland fyri »eitt lorta land« og fáa undirtøku fyri hesum frá fleiri av landsmonnum sínum í sambandi við, at ein partur av samfelagsskipanini er komin í fyribils trupulleikar, og har sakkunnleikin sigur, at teir hava funnið loysnir, ið kunnu halda forsvarliga árið út, men soleiðis er støðan tíverri.
Hetta sýnir eisini, hvussu stríðið millum sjálvstýrishugsjónina og sambandið eitrar tað politiska lívið og føroysku fólkasálina ella samleikan undir einum, og tað er eisini veruleiki, at okkurt um helmingurin av politisku orkuni her á landi fer til beiska stríðið um samband/ikki samband. Hetta er sjálvandi til stóran skaða fyri okkum sum land og tjóð.
Tað tykist, sum um partur av føroyingum nær um »gleðist«, tá okkurt ikki riggar, og sagt verður við ikki sørt av skaðafrøi: »Var tað ikki tað, ið vit søgdu, at tá føroyingar fara at stýra, so gongur alt av skriðuni til«?
Til hetta er at siga, at við hvørt gongur illa í hond hjá øllum. Tað kann eins væl vera í Danmørkini sum í Føroyum, men at kalla sítt egna land fyri »lortaland«. Ja, eitt er, hvat tú hugsar í einari illsinnisløtu, men at skriva tað í yvirskrift!!!

Hetta gera danir ikki:
Kenni einki dømi um, at tað kemur fyri í Danmark, at kendir persónar kalla fosturlandið fyri »lorta land« í nøkrum landsfevnandi tíðindablaði, hóast mong skipan har niðri eisini hevur brek, sum vit hava sæð í donsku sjónvarpssendingunum »Rapporten«, tá teir hava sett »fokus« á ymisk viðurskifti, og vit hava ógvast við, men donsku journalistarnir kalla ikki Danmark fyri eitt lorta land fyri tað. Donsk bløð høvdu sett slík lesarabrøv við sera smáum bókstøvum onkustaðni niðast við mitt inn í blaðnum, har eingin hevði lisið tey, men í Føroyum verða síðurnar ruddaðar, so pláss kann gerast fyri »feitum yvirskriftum«, tá Føroyar verða svertaðar til. Her er helst munurin millum vinnarahugburðin í einari frælsari tjóð og taparahugburðin hjá einari ófrælsari, ið ikki veit, hvat hon vil, men helst vil vera bæði.
Tað sær út, sum um summir føroyingar fegnir vilja undirmeta og niðurgera sjálvan seg sammett við aðrar tjóðir, serliga danir, hóast vit als onga orsøk hava til tess, tí tað er royndur lutur, at har føroyingar eru saman við øðrum, megna vit avgjørt allar avbjóðingar eins væl og aðrir, men tíverri trúgva mangir av okkara landsmonnum als ikki hesum roynda luti og veruleika.