Nú er vandi fyri, at allar kvinnur í Suðuroynni, sum skulu eiga, noyðast til Havnar.
Hetta kann gerast ein avleiðing av royndunum at spara á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Á fundinum, sum var ímillum leiðsluna á Suðuroyar Sjúkahúsi og politisku flokkarnar sunnudagin, segði eitt av politsku umboðunum, at tað var ofta skotið honum í skógvarnar, hvat Suðuroyar Sjúkrahús skuldi hava eina føðideild til, tí tað verða so fá børn fødd í Suðuroy.
Hann spurdi tískil fyristøðumannin á sjúkrahúsinum, um hetta var ein sparing, sum kundi koma uppá tal, at leggja føðideildina niður.
Og tað er eftir øllum at døma ikki heilt óhugsandi.
Tí Ronnie Midjord váttaði, at umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið hevði nevnt hetta sum ein møguleika, saman við øðrum møguleikum á einum fundi við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri kortum.
So hann kundi ikki afturvísa, at hetta var eitt mál, sum tey høvdu í tonkunum.
?Ført varð fram, at tað eru so fáir barnsburðar í Suðuroynni, at ein møguleiki at spara er at niðurleggja føðideildina.
? Av tí, at barnsburðartalið er so lágt, er tað talan um eina lutfalsliga dýra tænastu at hava føðideild á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Í løtuni eru trý størv til ljósmøður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men bara tvey av teimum eru sett.
Umsjónarmaðurin segði, at støðan var so óviss í løtuni, at hann helt ikki at tað var ráðiligt at seta fleiri fólk sum er.
Men hann váttaði, at arbeiðsbyrðan hjá ljósmøðrunum er ikki størri enn so, enn at ein kundi klára tað.
Men børn hava tað fyri, at tá ið tey verða fødd, spyrja tey ikki eftir, um hetta er ímillum klokkan átta og 16 ein gerandisdag, ella um tað er nátt, vikuskifti, heilidagur ella feriutíð.
Og fyri at kunnu hava eina vaktarskipan, er tað neyðugt við trimum ljósmøðrum.
? Í fyrsta lagi ber tað ikki til at krevja av einum fólki, at tað skal hava vakt alt samdøgurið, 365 dagar um árið.
? Í øðrum lagi eru sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum soleiðis, at tað kostar tað hvíta út úr eygunum at hava fólk á vakt alla tíðina.
Og tað varð nevnt, at tað var ikki langt frá, at tað er bíligari at hava tríggjar ljósmøður, enn tað er at hava tvær. Og skal bara ein verða, tosa vit um eina inntøku til hana í milliónaklassanum.
Okkurt umboð fyri tey politisku feløgini helt tó, at tað kundi ómøguligt koma uppá tal at niðurleggja føðideildina, tí so skuldi allar barnakonur í Suðuroynni flytast til Havnar ein mánað, áðrenn tær vórðu settar at eiga, og tað kundi mann ikki bjóða fólki nú á døgum.
?Og hvør skal beta eykakosnaðin av tí, var eisini spurt.
Sum tað sæst á greinini omanfyri, er tað í øllum førum greitt, at tað skal sparast enn meiri á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn tað, sum longu er sett í verk.